So vendi hjá Arsenal

Eftir eina heldur keðiliga gongd tann seinasta mánaðin, eydnaðist tað í dag Arsenal aftur at vinna

 

Fult umfar er í ensku Premier League hetta vikuskiftið, har Leicester og Tottenham í løtuni síggja út til at vera feløgini sum koma at vera tey sum fara at stríðast um meistaraheitið til seinasta umfar.

 

Eitt annað felag hevur tó eisini ein lítlan møguleika at vinna meistaraheitið, og er tað Arsenal, sum hendan seinasta mánaðin tó hevur havt eina keðiliga gongd.

 

Arsenal skuldi í dag royna at venda gongdini á útivølli móti Everton, og eydnaðist tað eisini. Arsenal vann dystin 2-0 eftir eitt sannførandi avrik, har teir serliga í fyrra hálvleiki spældu frálíkan fótbólt.

 

Danny Welbeck legði fyrst Arsenal á odda 1-0, meðan ungi Alex Iwobi økti til 2-0 stutt áðrenn hálvleik.

 

Í seinna hálvleiki royndi Everton at trýsta Arsenal, men Arsenal hevði sum heild fullkomiligt tamarhald á dystinum.

 

Við sigrinum í dag liggur Arsenal trý stig aftanfyri Tottenham á øðrum plássi, meðan Arsenal hevur heili átta stig upp til Leicester á fyrsta plássinum.

 

Klokkan 15:00 byrja fleiri aðrir dystir í Premier League.

 

 

Everton – Arsenal 0-2 (0-2)

0-1         Danny Welbeck, 7.

0-2         Alex Iwobi, 7.