So vendi hjá Fleyr

Synd er at siga, at serliga væl hevur gingist Fleyr-kvinnunum í síðstuni. Fyrst taptu tær finaluna í Mjølnir-kappingini og eftirfylgjandi hálvfinaluna í steypakappingini, umframt at tær so aftur taptu, tá tær síðsta sunnudag spældu Eik-ligudyst í Klaksvík.
Men í gjár kom vend í, tá Fleyr heldur lættliga vann á ÍF, ið framvegis ikki megnar at gera nakað við liðini, ið liggja omanfyri. Lukkan hjá ÍF er kanska, at eitt lið er niðanfyri, og at bara liðið heldur seg framman fyri KÍF, so gongur tað nokk.
Í gjár var tað annars ikki nógv, ið gekk hjá ÍF tey bæði fyrstu settini. Í fyrsta setti legði hevarin hjá Fleyr, Rakul Dalsgaard Jacobsen, fyri við einari so mikið góðari servurundu, at støðan var 12-0, áðrenn ÍF vann sín fyrsta bólt. Fleyr vann settið trygt, og hóast liðini í øðrum setti fylgdust eina løtu, fór Fleyr avstað til endans og vann trygt.
Øðrvísi var í triðja setti, ið var besta løtan hjá ÍF. Kvinnurnar úr Fuglafirði vóru eitt og tvey stig á odda ta longu fyrstu løtuna, men tá tær vóru komnar upp á 12-10, kom Fleyr av álvara fyri seg og streyk avstað við settinum og sigrinum.
Fyri Fleyr hevði sigurin sjálvandi týdning fyri sjálvsálitið, og so fæst at vita mikukvøldið, um hetta var vendin hjá havnarkvinnunum. Tá skulu tær til Sørvágs at spæla ímóti SÍ, ið framvegis er á odda eftir tap í Trongisvági og hálvering av stigunum á stigatalvuni.