So varð liðugt telvað

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur nú loksins skipað seg eftir aðalfundin 24. apríl

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur nú loksins skipað seg eftir aðalfundin 24. apríl. Sum in.fo greiddi frá fyrr í dag, so var nakað av stríðið innanhýsis í nevndini um, hvør skuldi gerast formaður.

 

Á aðalfundinum valdi nevniliga fundarfólkið at vraka innstillingina frá tilráðingarbólkinum, og valdu Ingeborg Godtfred inn aftur í nevndina. Sum skilst, hevur nevndin býtt seg í tveir partar, við trimum limum í hvørjum parti, og tí hevur verið trupult at finna fram til eina semju um, hvussu nevndin skal skipa seg. Ingeborg Godtfred fekk 20 atkvøður til aðalfundin, meðan sitandi nevndarformaður, Gunnar í Liða, fekk 16, einans eina atkvøðu fleiri enn Birgir Nielsen, ið gjørdist júst ov stuttur at verða valdur inn í nevndina.

 

Nú er tó slagið um tryggingina av, og líkt er til, at fáar broytingar vera hóast alt. Gunnar í Liða verður nevniliga verandi formaður í nevndini, meðan Jákup Egholm Hansen er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Arni D. Brattaberg, Ingeborg Godtfred, Jan Müller og Annika Waag.