So varð graslíki aftur trupulleikin

Rumenski landsliðsvenjarin spældi “graslíkis-kortið” á tíðindafundinum. Hann hevði annars nógv gott at bera Føroyum

Royndi landsliðsvenjarin hjá Rumenia, Anghel Iordanescu, hevði umberingina klára, tá tíðindafundurin á Tórsvølli var í dag. Hann spældi “graslíkis-kortið”.

 

- Graslíkið er ikki ein fyrimunur fyri okkum. Bara eitt lið í bestu deildini í Rumenia spælir á graslíki, so hetta er ikki ein fyrimunur fyri okkum, sigur Anghel Iordanescu.

 

Tað er stutt millum dystirnar í løtuni, og tað er ikki nógv tíð at venja í. Tí blívur tað bara til eina samlaða venjing á graslíki.

 

- Vit høvdu eina venjing á graslíki í Rumenia, men tá vóru allir spælararnir ikki tøkir. So sannleikin er, at vit hava bara eina venjing, har hópurin er samlaður, til at venja okkum við graslíkið, sigur Anghel Iordanescu.

 

Anghel Iordanescu var eisini venjari, tá Føroyar og Rumenia vóru í bólki saman til HM 94 undankappingina. Tá vunnu rumenar 7-0 í Bukarest og 4-0 á Toftum. Hann heldur Føroyar hava gjørt stór framstig.

 

- Eg haldi, at Føroyar hava gjørt stór framstig sum fótbóltstjóð. Øll londini í hesum bólkinum, sum hava verið á Tórsvølli hava havt tað trupult, sigur Anghel Iordanescu og leggur afturat;

 

- Vit høvdu stórar trupulleikar seinast í Bukarest, men eisini Ungarn og Finnland høvdu trupulleikar við at vinna á Føroyum, sigur Anghel Iordanescu.

 

Rumenskir miðlar hava hug at halda fyri, at hetta verður ein løtt uppgáva. Hesum tóktist Anghel Iordanescu hava eitt mótsvar til, tá hann bleiv spurdur um hetta var ein løtt ella torfør uppgáva.

 

- Øll liðini hava tað trupult móti Føroyum. Sjálvt Norðurírland, sum ikki vann fyrr enn framherjin hjá Føroyum beliv útvístur. Ikki fyrr enn tá vunnu teir dystin. So tað er upp til tykkum um tit halda tað er ein torfør ella løtt uppgáva, helt Anghel Iordanescu heldur speiskur fyri.

 

Rumenia skal vinna, fyri við vissu at vinna sær beinleiðis luttøku í EM endaspælinum í Fraklandi komandi summar. Ungarn er eitt stig aftanfyri og spælir móti Grikkalandi.

 

Annars kann nevnast at allir spælararnir, sum vóru við á tíðindafundinum vístu føroyska liðnum virðing. Teir søgdu allir, at hetta verður ein torførur dystur. Tað snýr seg bara um at vinna – líka mikið hvussu.

 

Rás2 sigur frá dystinum, sum verður í morgin klokkan 17. Upptakt frá klokkan 14.