Kappingin, sum varð skipað fyri til jóla, er nú endiliga liðug. Hon hevur verið nú í trimum bløðum, og vinnararnir eru nú kosnir.
Vinnararnir og svarini til kappingarnar standa niðanfyri. Vit takka fyri luttøkuna.
Spurningur 1: »... leiði teg í eina verð, sum tú aldri fyrr hevur sæð...«
Her skuldi svarast, hvør sangarin/bólkurin var, og hvussu sangarin eitur.
Svar: Sangurin er »Undir somu dýnu« sum Tangz (Rókur Jakobsen) syngur og spælir
Spurningur 2: »... I´m having an old friend for dinner...«
Hvør er filmurin og hvør sigur hetta?
Svar: Anthony Hopkins sum Hannibal í Silence of the Lambs
Spurningur 3: Hvør hevur yrkt »Gleðilig jól«?
Svar: Fríðrikur Petersen
Vinnararnir gjørdust:
Gávukort á 500 krónur frá 3´aranum, umframt ein tónleikaárbók:
Malan Ludvig
Rudi Samuelsen
Ein tónleikaárbók frá Studio Pegasus:
Hugin Brend Bech
Barbara á Rógvi
Eli Gærdum
Joan Ejdesgaard Thomsen
Jónsvein Berg
Tykkum verður ynskt hjartaliga tillukku við vinningunum