So var hon aftur...

Lítið var at frætta um gomlu Norrønu, áðrenn blaðið fór til prentingar, men mánamorgunin kom gamla Norrøna aftur á Havnina


NORRØNA


Um ellivutíðina mánamorgunin stevndi gamla Norrøna ella Norrøna 1, sum hon eisini verður kallað á Havnina. 10. apríl hittust nýggja og gamla Norrøna norðanfyri Hetland ? eftir ætlan fyri síðstu ferð. Tá stevndi ein spildurnýggj Norrøna móti Havnini, og Norrøna 1 skuldi bjóðast fram til møguligar keyparar.
Men sum flestum kunnugt rendi nýggja og stásiliga Norrøna á land hósdagin. Tískil er boð sent eftir gomlu Norrøna. Og mánamorgunin var hon á Havnini.
Norrøna 1 skal røkja siglingina hjá nýggju Norrønu til nýggja Norrøna aftur verður klár.