Fótbóltur
Einasti spurningurin, sum er eftir at svara, er, um tað verður B68 ella NSÍ, sum skal fylgja Víkingi út í Europa.
Hóast matematisk vissa enn ikki er fyri niðurflytingini hjá KÍ ella silvurmerkjunum hjá EB/Streymi, so ger málmunurin í hesum førum, at ivin er so lítil, sum hann á nakran hátt kann verða. Tí tað væl einans eitt fullkomið kollaps hjá antin B36 ella EB/Streymi á seinasta leikdegi, sum kann forpurra raðfylgjuna í hesum.
20. meistaraheitið
Dysturin í Gundadali gjørdist søguligur í fleiri mátar. Fyri HB merkti tað enn eitt fet á leiðini sum mest vinnandi felagið í landinum, nú teir eru komnir upp á 20 av slagnum í samlaða roknistykkinum.
Og tað gongur helst rúm tíð, áðrenn nakar kemur at hótta teir í so máta. KÍ hevur annars verið felagið, sum HB hevur kappast við í tali av meistaraheitum, men kiksaði visjón 2009, sum nú endaði við niðurflyting, ber samstundis við sær, at KÍ fyri fyrstu ferð nakran tíð ikki longur eigur umboð í bestu føroysku mansdeildini í fótbólti.
20. gullið lá fyri tað nógva beint til høgra-beinið hjá HB í ár. Fyrst og fremst takkað verið støðugu avrikunum hjá HB, ið sera sjáldan misti stig á gólvið, og sum ofta hevur sýnt hegni og dugnasemi at koppa tøttu dystunum til egnan fyrimun. Ikki minst hevur hetta havt týdning, tá sambiðlarnir støðugt hava skiftst um at heil- og hálvkiksa, og tí fekk HB rættiliga tíðliga eina leiðslu, sum skuldi vísa seg at verða gull verd.
Ikki minst tóktist gullið liggja víðopið, eftir at HB tann 23. august vann 2-0 í Runavík, men gummibeinini tóktust gera um seg, tá næstu fýra dystirnir móti Víkingi, B36, AB og ÍF bara kastaðu tvey stig av sær.
Mest av øllum tóktist álvarin ikki hava fingið fatur í HB-leguni, har útmeldingarnar støðugt snúðu seg um, at tað manglaði bara tað seinasta og at spælið var nóg gott.
Veruleikin var eins nógv tann, at liðið fyri tað nógva ikki tóktist til reiðar at fara út at stríðast fyri FM-gullinum, men tað vóru teir sunnudagin. Og tá føðingardagsbarnið, veteranurin og Mr. HB – Hans á Lag – stýrdi bóltinum í netið longu í øðrum minutti, var leiðin til gullið greið.
Niðurflyting kann vera sunn
HB vísti við sigrinum, at hóast beinini skulu nýtast í fótbólti, so gongur spælið fult so nógv fyri seg í høvdinum, og meira enn nakað er tað hetta, sum hevur kostað KÍ dýrt í ár.
Hóast liðið til tíðir hevur togað seg nær eini bjarging, so hevur veruleikin eisini verið, at spælararnir eru hoyknaðir undir trýstinum, tá mest stendur á. Tað var sjónligt í dystinum móti B36 fyri einum mánaði síðani, og tað var aftur sjónligt í Gundadali sunnudagin. Ikki minst svíður tað fast, at teir spælarar, sum áttu at verið berandi, ikki megnaðu uppgávuna, og so verður tungt hjá yngru kreftunum at fylgja við.
Yngru kreftirnar á liðnum hava í alt ár livað undir mest sum ómenniskjansliga trýstinum, sum tað er at spæla við KÍ, tá illa gongst í hond. Ætlandi sum ein liður í einum menningararbeiði, ið tók atlit til komandi nógvu árini, men undir slíkum umstøðum er trupult at mennast.
Júst í kann ein niðurflyting eisini vísa seg sum gagnlig fyri KÍ, hóast sjálvsálitið hevur fingið stórar foyrur av hesum. Við lakari mótstøðu er møguleikin fyri búning, menning og succés-upplivingum nakað nógv størri hjá ungu spælarunum, og tí er væl hugsandi, at føroyskur fótbóltur í framtíðini sleppur at síggja eitt nógv sterkari KÍ, enn talan hevur verið um seinastu kreppuárini.
Seinasti spurningurin
Einasti spurningurin, sum nú er eftir at svara, er, um tað verður B68 ella NSÍ, sum fer avstað við seinasta europiska plássinum. B68 hevur í løtuni munin, og vinna teir útidystin móti B36, hava teir staðfest sína egnu succés-søgu hetta kappingarárið. Samstundis spælir NSÍ á útivølli móti ÍF, og tað í sjálvum sær er ein sera trupul uppgáva, sum tó skal loysast, um NSÍ skal hava nakra vón um at hanga fast í Europa og teimum krónum, sum har til hoyra.
Dystirnir á seinasta leikdegi, sum altso er leygardagin, byrja allir klokkan 14.30, og eru teir hesir: B36-B68, AB-Víkingur, ÍF-NSÍ, KÍ-EB/Streymur og 07 Vestur-HB.