Ein av yngru gestunum á ársins Summarfestivali var 1 ára gamli Óli Skorheim av Argjum. Hann var farin við pápa sínum at vitja familju á kampingøkinum, har teir millum annað grillaðu og hugnaðu sær.
Tað er ikki hvønn dag, at man sleppur ímillum so nógvar húsvognar. Óli hevði tí eitt sindur betri hug at vera millum húsvognarnar og manererast enn at sita og eta.
- Óli er ein lítil drongur fullur av orku, sum ongantíð kann sita í frið. Hann skal altíð finglast við okkurt. Alt tað, sum eitur mekanikkur, hevur tí altíð tiltrekt hann, sigur pápi Óla, Palli Skorheim.
Burtursæð frá at spæla við húsvognar hevur Óli eisini verið á Summarfestival og hugnað sær. Sambært pápanum hevur hann verið í Silvalandi, hugt eftir Kulum Rótum og vitjað familju. Alt í alt hevur tað verið ein góður festivalur fyri lítla húsvognamekanikaran av Argjum.