So var gullið heima

B36-HB 1-0 (0-0)

B36 tryggjaði sær fyrstu greipuna í søgu felagsins, tá teir sunnudagin vunnu fyrsta dupultsigurin á grannunum í 33 ár

 

Fótbóltur


Gundadalur var stúgvandi fullur, tá seinasta av ikki færri enn seks grannauppgerðum hetta kappingarárið var á skránni. Longu hálvan tíma undan dystinum var trupult at finna sær sæti í teimum báðum lokalu skýlunum, og tá so bygdaskýlið og alt økið kring Gundadal annars var fullsett, mundi samlaða talið av áskoðarum liggja eitt stað ímillum trý og fýra túsund.

Hetta mundi sjálvandi gleða kassameistaran hjá B36, sum at kalla var komin beint úr 65 ára føðingardagshaldinum hjá Skipasmiðjuni, men umframt allar krónurnar, so fekk væl kendi apotekarin eisini annað at frøast um, tá grannauppgerðin var av.

B36 vann nevnliga dystin 1-0, og við sigrinum tryggjaði árstalsfelagið í høvuðsstaðnum sær fyrstu greipuna í søgu felagsins.


Fingu einki

Tá hetta er sagt, so skal tó beinan vegin leggjast afturat, at B36 einki fekk til gávus frá grannunum sunnudagin. Teir mundu neyvan hava gloymt tilsvarandi dystin í fjør, tá B36 hálva vegna stjól eitt avgerandi stig, og í øllum førum vildu teir ikki, at B36 skuldu gerast meistarar við at vinna hendan dystin.

Frá fyrsta sekundi var greitt, at teir reyðu og svørtu ætlaðu at lata alt, fyri at tryggja sær ein sigur. Taklingarnar sótu knallhart, leikararnir offraðu seg í nærdystunum, og yvirhøvur tóktist fyrri hálvleikur soleiðis, at B36?arnir vóru ovfarnir av kontanta HBðspælinum.

Fyrstu ávaringina fingu teir longu eftir sjey minuttum, tá Rúni fyrst dróg eitt sindur, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum lat eitt skot av, men Tróndur Vatnharmar var har, sum hann skuldi vera.

Yvir høvur hótti HB fleiri ferðir, men størsta møguleikan í øllum dystinum mundi B36 tó hava um miðjan fyrra hálvleik. Fyrst gjørdist Magni nærum leysur, men Pól Næs Joensen í HB málinum vardi fyri. Vandin var tó ikki av, og flestu B36 viðhaldsfólkiini mundu síggja bóltin í málinum, tá Jákup á Borg skeyt eitt miseydnað skot, sum endaði hjá einum púra leysum John Petersen, men hóast málverjin var langt burturi, so eydnaðist John at raka ein HB?ara á mál linjuni.


Røtt linja

At HB ikki vildi geva nakað, kom eisini til sjóndar í mongu nærdystunum, sum vóru á vøllinum allan dystin og serstakliga í fyrra hálvleiki.

Onkrar atfinningarsamar røddir vilja kanska vera við, at dómarin kundi havt gula kortið á lofti, og onkur av misbrotunum vóru kanska somikið álvarslig, at tey høvdu uppiborið okkurt kortið. Tað telur hinvegin dómaranum til rós, at hann taklaði dystin, soleiðis sum hann gjørdi. Tað gingu 23 minuttir, áðrenn fyrsta kortið var á lofti, men hevði dómarin byrjað við hesum áðrenn, so hevði stórur vandi verið fyri, at í minsta lagi ein leikari hevði sæð reytt áðrenn hálvleik.

Nú verða hesar reglur ikki so ofta nýttar til svørtu menninar, men dysturin sunnudagin prógvaði, at Petur Skarðenni innan heilt stutta tíð hevur prógvað sítt virði í føroyska dómaraheiminum, og í løtuni tykist hann í øllum førum at vera besta boðið um ein komandi føroyskan altjóða dómara.


Gull-málið

Fyri at koma aftur til dystin, so byrjaði seinni hálvleikur ikki eins bragdliga, sum hin fyrri gjørdi. HB leikararnir vóru ikki eins ágangandi í hvítu kroppunum. Møguleikarnir høvdu teir framvegis, men aftur var Tróndur á staðnum, sum tá Bárður sendi fríspark móti samankomingini.

Í 55. minutti kom so forloysingin, sum alt B36 skýlið hevði bíðað eftir. Tað sá kanska ikki so vandamikið út, tá Jens Kristian Hansen hevði bóltin afturi í vinstra verjuborði. Við eini langari sending fann landsliðsmaðurin tó Heðin á Lakjuni. Fyrst kiksaði royndin at sleppa inn um Rógva Jacobsen, men klaksvíkingurin hjá B36 fekk tó snarað sær á, og úr 18 metrum buldraði hann bóltin inn í siðunetið, uttan at Pól í HB-málinum hevði nakran livandi møguleika at verja fyri.


Hetta málið skuldi vísa seg at verða gull vert hjá B36. Fleiri komu nevnliga ikki í dystinum, men tað er ikki einstýðandi við, at møguleikarnir ikki vóru til staðar.

Fram til málið hevði dysturin verið ógvuliga javnur, men eftir at hava skorað, tóktust teir á oddaliðnum bangnir. Teir tóku seg langt aftur á vøllin, og vóru harvið viðvirkandi til, at seinastu 20 minuttirnir gjørdust eitt stórt trýst oman móti B36 málinum. Størsta møguleikan mundi Gunnar Mohr hava, tá hann fekk nervað B36 verjuna somikið, at bólturin varð mistur í brotsteiginum, men Tróndur Vatnhamar, sum allan dystin var heilt framúr, fekk jústað bóltin út til hornaspark.

Annars var talan í stóran mun um eitt støðugt trýst og harav tilvildarligum møguleikum, men rættiliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. B36 megnaði alla tíðina at lossa bóltin langt burtur úr vandaleið, og fagnaðurin var sjálvsagt ovurhonds stórur, tá so dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

B36 hevði tá tryggjað sær fyrsta dupult-sigurin á grannunum í 33 ár. Teir høvdu sett føroyskt met við 13 sigrum á rað, og ikki minst, so høvdu teir tryggjað sær heitið sum Føroyameistarar 2001.


Dysturin í tølum:

B36-HB 1-0 (0-0)

1-0: Heðin á Lakjuni 55

Dómari: Petur Skarðenni (LÍF)


B36: Tróndur Vatnhamar ? Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen ? Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Jákup á Borg, Jan Guttesen, Heðin á Lakjuni ? John Petersen, Magni á Lakjuni

HB: Pól Næs Joensen ? Eyðfinn Fjalsbak, Jón Rói Jacobsen, Rógvi Jacobsen, Janu M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Hallur Danielsen, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson