Annað kvøldið á Fjarðafestivalinum fekk eina góða og annarleiðis byrjan við Martini í Grund Meðan veðrið leikaði í uttanfyri, byrjaði fyrsta framførslan inni í Keldu-salinum klokkan 19.00.
Martini í Grund hevur spælt í ymsum bólkum gjøgnum tíðirnar, men sum einstaklingur hevur hann ikki gjørt so nógv um seg. Men tað sást ikki aftur í kvøld.
Við sjálvsáliti og stórari innliving stóð hann á palli, sum um hann ikki hevði gjørt annað. Tað sást, at hann treivst í pallljósinum og nógva roykinum. Millum sangirnar greiddi hann frá, hvat teir vóru um á ein oftani skemtingarsaman hátt, og hetta kom hann eisini væl frá.
Tónleikurin minti eitt skifti um Boys in a Band, men oftari leitaðu tankarnir til karismatiska Nick Cave. Eins og Cave, so syngur Martin við einari djúpari og ofta eitt sindur ótamdari rødd.
Mitt í einum sangi fór gøtumaðurin av pallinum og tók ein dans við systir sínari. Fitt.
Hóast samanspælið ikki var í topp, so fekk kvøldið ein stak góða byrjan við Martini og bólkinum.
Spennandi verður at fylgja unga manninum í framtíðini. Og hevur ein í huga, at hetta er fyrsta framførslan hjá Martini og bólkinum, so var tað ein ómetaliga góð byrjan, og ein kann bara vænta, at framtíðin er ljós hjá teimum.