Fjórða talvið millum Magnus Carlsen og Viswanathan Anand endaði eisini við remis. Telvararnir hava nú vunnið hvør sítt talv, meðan tvey talv eru endaði við remis.
Stórur spenningur var undan talvinum í gjár, eftir at Viswanathan tók tey flestu á bóli og vann ein tryggan sigur á Magnus Carlsen í fyrradagin. Hetta var fyrsti sigurin hjá indaranum yvir norðmanninum síðani teir møttust í London í desembur 2010.
Í gjár settist Magnus Carlsen so við hvíta fólkinum, í vónini at reisa seg aftur. Hann megnaði tó ongantíð at gagnnýta fyrimunin hvíta fólkið gevur, og Viswanathan Anand vardi seg væl.
Sum leikur fór og talvið fór inn í endaspælið, høvdu spælararnir frúgv, rók og riddara hvør, umframt nakrar finnur. Eftir eitt býti, sótu spælararnir eftir við hvør síni frúgv og riddara. Magnus Carlsen hevði eina finnu meiri, meðan Viswanathan Anand hevði eina fría finnu á d-linjuni.
Hóast yvirvág í fólki, megnaði Magnus Carlsen ikki at bróta verjuna hjá indaranum, og eftir 47 leikir endurtóku teir sama leik tríggjar ferðir og soleiðis ebbaði talvið út í remis.
Í dag er annar hvíludagurin og næsta talvið verður fríggjadagin á miðdegi.