Hondbóltur
Enn er hondbóltskappingin bert tvey umfør gomul. Men tað skerst ikki burtur, at VÍF hevur fingið eina góða byrjan. Og nú teir eisini eru farnir at vinna útidyst móti StÍF, er støðan slettis ikki so galin.
Júst í høllini á Skála hevur mansliðið hjá VÍF annars havt tað serstakliga trupult seinasta 10-ára skeiðiið, og hóast StÍF í ár er viknað, so var ikki so nógv, sum bendi á, at VÍF skuldi enda óndu ringrásina leygardagin.
StÍF helt nevnliga fast um dystin fyri steðgin, og tá bæði Sámal og Agnar Joensen misnýttu hvør sítt brotskast, mundu fleiri halda, at frúgvin Fortuna enn eina ferð fór at smílast til StÍF í hesi uppgerðini.
Eftir steðgin kom tó vend í. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skræddi VÍF seg leyst, soleiðis at ein trý mála stór leiðsla varð vunnin.
Tað var tó framveigs um reppið, at StÍF javnaði. Seinastu fýra minuttirnar eydnaðist als ikki hjá VÍF at skora, men StÍF misnýtti brotskast, tá góður minuttur var eftir, og so munaði lítið, at Mortan Hansen við trimum málum á rað royndi sítt. Stigini fóru úr høllini, og VÍF er saman við H71 ovast í fremstu mansdeildini í hondbólti.
Fakta um dystin
StÍF-VÍF 23-24 (12-10)
10 min: 3-5
20 min: 6-7
40 min: 15-16
50 min: 17-20
Málskjúttar
StÍF: Rúni Johannesen 7(5), Alexandur Johansen 4, Mortan Hansen 4, Kári Horn 3, André F. Danielsen 2, Hávardur Trýgvason 2, Borgar Danielsen 1
VÍF: Niels Andreasen 6, Agnar Joensen 5, Áki Olsen 4(1), Rúni Joensen 4, Sámal Joensen 2, Áki G. Olsen 1, Karl Johan Djurhuus 1
Brotskøst: StÍF 6, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 2
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg











