So vann U15 landsliðið

Eftir at hava verið aftanfyri við einum máli í steðginum, eydnaðist tað føroysku dreingjunum at venda gongdini og vinna dystin ímóti HB Køge, skrivar heimasíðan hjá FSF.

 

Føroyska U15-landsliðið spældi í gjár fjórða dystin í Brøndby Cup í Danmark. Mótstøðuliðið hesuferð var HB Køge, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til føroyska liðið. Sigurin hevur við sær, at føroysku dreingirnir í morgin skulu spæla um 9. plássið í kappingini.

 

Tað var annars HB Køge, ið kom betri frá byrjan, og tá liðini fóru at hvíla seg var støðan 1-0 til donsku dreingirnar. Nógvu dystirnir seinastu dagarnar sást aftur á okkara dreingjum, og møðin hevði veruliga hug at gera vart við seg. Tí avgjørdu venjararnir at gera tríggjar skiftingar í steðginum, og tað skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð. Í seinna hálvleiki vóru okkara dreingir nógv meira ágangandi, og við tveimum málum eftir steðgin vann føroyska liðið 2-1. Fannhard Skoradal og Jákup L. Thomsen skoraði málini fyri Føroyar.

 

Úrslitið hevur við sær, at U15-landsliðið skal spæla um 9. plássið í Brøndby Cup 2012. Mótstøðuliðið í seinasta dystinum verður OB. Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar hóskvøldið.

 

Dysturin í tølum:

 

Føroyar U15 - HB Køge 2-1 (0-1)

0-1:

1-1: Fannhard Skoradal

2-1: Jákup Ludvig Thomsen

 

Leikstaður:

Brøndby, Danmark

 

Kapping:

Brøndby Cup 2012

 

Føroyar:

16. Rói Zachariassen

2. Rani Joensen

3. Daniel Johansen

4. Bjarni Petersen

7. Janus Svabo Samuelsen

9. Jákup L. Thomsen

10. Jákup B. Andreassen (liðs.)

12. Pætur Petersen

15. Teit Jacobsen

17. Jannik Olsen

18. Hilmar Leon Jacobsen

 

Inn/útskiftingar:

32. min. >> 5. Tummas Martin Jacobsen >> 18. Hilmar Leon Jacobsen

36. min. >> 11. Fannhard Skoradal >> 7. Janus S. Samuelsen

36. min. >> 13. Adrian Justinussen >> 10. Jákup B. Andreassen

36. min. >> 14. Eyðstein Zachariassen >> 3. Daniel Johansen

42. min. >> 8. Petur Knudsen >> 17. Jannik Olsen

 

Á bonkinum:

1. Karstin Hansen

 

Venjarar:

Eli Hentze og Hegga Samuelsen