Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, slapp um vikuskiftið at kenna seg aftur sum vinnara, tá Holbæk hevði vitjan av botnliðnum, Avarta.
Dysturin endaði við 1-0 sigri til Holbæk, sum soleiðis reistist eftir stórtapi fyri KB seinasta vikuskiftið. Tann dysturin var tann fyrsti hjá Stóra sum venjari hjá oddaliðnum, men tað løgdu teir hjá KB líka í og vunnu ikki minni enn 6-1.









