So vann Shearer

Newcastle kom í gjárkvøldið upp um niðurflytingarstrikuna við sigri á Middlesbrough

Fótbóltur

 

Alan Shearer hevur bíðað fleiri vikur eftir sínum fyrsta sigri, sum venjari hjá Newcastle.

Í gjárkvøldið kom hesin til høldar, tá Newcastle vann granna- og botnuppgerðina ímóti Middlesbrough 3-1. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1. Tað byrjaði annars stak illa hjá Newcastle. Longu tá tríggjir minuttir vóru farnir kom Middlesbrough á odda við einum sjálvmáli. Tó gingu bert seks minuttir, so hevði Newcastle javnað, tá Steven Taylor stútaði eitt hornaspark frá Danny Guthrie í netið.

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki, sum hvørki liðið í roynd og veru kundi brúka til nakað sum helst.

Men tá 70 minuttir vóru farnir satsaði Alan Shearer. Hann tók Michael Owen út, og setti Obefemi Martins á vøllin. Martins hevði verið á vøllinum eina stutta løtu, tá hann langaði bóltin framvið Brad Jones í Middlesbrough-málinum til 2-1. Stutt undan leikloki staðfesti danin, Peter Løvenkrands sigurin hjá Newcastle, sum nú er at finna røttu megin niðurflytingarstrikuna.