Um vikuskiftið bragdaði tó aftur hjá Sharapova, tá hon vann stóra kapping í San Diego í USA. Í finaluni vann hon 2-1 á Patty Schnyder við settúrslitunum 6-2, 3-6, 6-0. Hetta er annað árið á rað, at hon vinnur hesa kapping, og hetta er fyrstu ferð síðani oktober síðsta ár, at Sharapova vinnur eina kapping.









