So vann H71 aftur

Dysturin var mest sum týdningarleysur, men tað eydnaðist H71 at vinna á botnliðnum Neistanum

Mikukvøldið spældu H71 og Neistin dyst í Atlantic Airways kappingini, og hóast dysturin ongan týdning hevði fyri hvørki topp ella botn, eftir at avgerðirnar í kappingini eru fallnar, so royndu liðini sítt besta.
H71, sum eitt langt skifti lá væl fyri í kappingini um at sleppa í finaluna um FM, dragnaði seinastu umførini, og eftir eitt venjaraskifti, ið ikki fekk vent gongdini í tøkum tíma, hevði H71 bert heiðurin at spæla fyri mikukvøldið. Støðan var tann saman hjá Neistanum, sum hevur ligið aftast í deildini allan vetur.

Neistin menti seg
H71 og Neistin spældu ein tættan dyst, sum endaði við, at H71 vann við einum máli.
Munurin var væl størri í hálvleikinum, tí tá var H71 á odda 15-9. Teir ungu spælararnir á Neistaliðnum góvu tó ikki upp, og teir stríddu seg inn í dystin aftur seinna hálva tíman.
Serliga einir fýra minuttir mitt í seinna hálvleiki royndust væl, tí tá fór Neistin frá 17-22 og upp á 21-22.
Eftir hetta gjørdist dysturn tættur og spennandi, og ein góðan minutt fyri leiklok javnaði Neistin til 26-26.
Seinastu løtuna hevði Neistin tó munin og gjørdi tvey tøtt mál, og at H71 so fekk seinasta orðið í dystinum, kundi ikki taka sigurin frá H71.



Fakta um dystin

H71-Neistin 28-27 (15-9)
Málskjúttar
H71: Tróndur Vatnhamar 6, Jakob Jónsson 6, Johnny Durhuus 4, Heini Bendtsen 4, Pól Kjartan Dam 3, Bjarni Sørensen 2, Niels Viggo Niclassen 2, Sigtór Andreassen 1
Neistin: Tróndur Kragesteen 8, Áki Mørk 5, Dann Torleifsson 4, Rani Slættanes 3, Karl H. Olsen 2, Birgir Poulsen 2, Roer Dalsgaard 2, Karl Rasmussen 1
Brotskøst: H71 5, Neistin 4
Útvísingar: H71 2, Neistin 2
Dómarar: Hartvig Joensen & Kári Hansen