flogbóltur
Tað hevur gingið meira enn striltið hjá Fleyr hesi seinnu árini. Eftir at eitt lið, sum at kalla einsamalt stóð fyri mansflogbóltinum í felagnum í drúgt áramál, legði árarnar inn fyri tveimum árum síðani, er ein roynd gjørd at lata nýggjar mans taka yvir, men slíkt gerst ikki bara soleiðis uttan víðari.
Úrslitið hevur verið, at annars heiðurskrýnda liðið hevur róta í botninum síðani, og higartil í ár hevði talan bert verið um ósigrar.
Men leygardagin kom vend í. Grannarnir úr Fram hava heldur ikki verið serliga verið serliga sannførandi, og tí var kanska møguleikan hjá Fleyr í hesum dystinum.
Og tað gekk eisini at taka av møguleikanum. Fleyr tók tað fyrsta spennandi settið, og hetta tóktist geva somikið av sjálvsálitið, at menninir nú løgdu nógv fyri. Fram royndi at svara aftur, men hetta var til fánýtis, og so kundi Fleyr fegnast um fyrsta sigurin. Kanska ikki ein, sum merkis so væl á talvuni, men sálarliga mundi tað vera eitt stórt skump rætta vegin hjá felagnum, sum ivaleyst hevur vonir um aftur at finna fram á toppin.
Tungt hjá Mjølni
Seinni dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har Mjølnir tók ímóti SÍ.
Kappingin í ár hevur leingi sæð út til at gerast ein spurningur millum Mjølnir og ÍF, men tað var um reppið, at SÍ skapti ruðuleika í hesum. Tvey tey fyrstu settini tóku gestirnir nevnliga sannførandi, men tað eydnaðist tó heimaliðnum at stríða seg aftur í dystin. Teir tóku eisini tey trý næstu settini, soleiðis at teir enn halda fast í fuglfirðingunum, og nú verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer, tá júst tey bæði oddaliðini bresta saman komandi vikuskifti.