So vann Arsenal endiliga

Arsenal fekk í dag fyrsta Premier League sigurin í november, tá teir vunnu heimadystin móti Bournemouth

Eftir eina góða byrjan í Premier League, er Arsenal steðgað eitt sindur upp hendan mánaðin í Premier League. Undan dystinum móti Bournemouth í dag, hevði Arsenal ikki megna at vunnið nakran dyst í Premier League í november, har liðið hevði spælt javnleikir móti Tottenham og Manchester United í teimum undanfarnu dystunum.

 

Men í dag bragdaði hjá Arsenal á heimavølli móti Bournemouth. Arsenal vann dystin 3-1, eftir at hálvleiksstøðan annars hevði verið 1-1.

 

Sum heild fekk Arsenal eina frálíka byrjan uppá dystin, og tað var eisini fult í tráð við leikgongdina at Alexis Sanchez legði Arsenal á odda tíðliga í dystinum, tá ein Bournemouth verjuleikari heilkiksaði eina afturlegging til málverjan.

 

Men sum fyrri hálvleikur leið, kom Bournemouth alsamt betri við í dystin. Tað var tí heldur ikki óuppiborið at teir javnaðu til 1-1 miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir eitt brotsspark.

 

Í seinna hálvleiki legði Arsenal út sum eitt ódnarveður, og tað vóru ikki gingnir nógvir minuttir í seinna hálvleiki, tá Theo Walcott skoraði til 2-1 til Arsenal. Ímóti endanum av dystinum fekk Arsenal eisini økt til 3-1, tá Alexis Sanchez skoraði eftir innlegg frá innskifta Olivier Giroud.

 

Ein annar dystur var eisini leiktur í Premier League fyrr í dag. Hann var á Vicarage Road í Watford, har Watford tók ímóti Stoke. Stoke vann tann dystin 1-0.

 

Seinni í dag eru tveir dystir í Premier League. Annar er á Old Trafford, har Manchester United tekur ímóti West Ham, meðan hin er á St Mary’s Stadium í Southampton, har Southampton tekur ímóti Everton.

 

Úrslitini frá dystunum í dag:

 

Watford – Stoke 0-1 (0-1)

Arsenal – Bournemouth 3-1 (1-1)