So vann Amager aftur

Fremad Amager vann 1-0 í heimadystinum ímóti Holbæk, og harvið fekk liðið gongd á aftur eftir fleiri vánalig úrslit. Rókur Jespersen spældi við frá byrjan, men varð skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki. Erling Jacobsen kom á vøllin seinastu minuttirnar, og Hans Jørgensen var eykamálmaður. Málið hjá Fremad Amager skoraði Mohammed Abdalas miðskeiðis í seinna hálvleiki.