Fiskivinna
Eftir at fiskiskapurin hjá trolarunum hevur verið heldur slakur í seinastuni, er nú líkt til, at meira hevur verið at fingið aftur seinastu dagarnar.
Fríggjadagin landaðu partrolararnir, Ametyst og Jaspis. Teir vóru fullir og høvdu eini 240.000 pund tilsamans.
Fiskavirking í Saltangará keypti upsan hjá Ametyst, sum vá 104.000 pund. Teir høvdu eisini nakað av øðrum fiski, sum onnur virki keyptu.
Jaspis hevði nakað tað sama sum Ametyst; teir landaðu hjá P/F Beta, og har keypti Fiskavirking í Vestmanna upsan.
Á Fiskavirking í Saltangará sigur Jason Johannesen, at nóg mikið er av fiski til á middegi í dag.
- Vit vita ikki beint nú, hvør næsti bátur verður, men tað kann vera so skjótt, at meira fiskur kemur inn á gólvið, so fiskaarbeiði eisini verður samanhangandi hesa vikuna, sigur hann.
Mánadagin landaði Fiskavirking í Saltangará trolbátin, Karin. Teir høvdu góð 20.000 pund av toski, flatfiski og øðrum fiskasløgum. Sum skilst, verður fiskurin hjá Karini, sum trolar á landleiðini, sendur av landinum.