Johan Dahl
løgtingsmaður
Hendan áhaldandi isolering av hesum báðum økjum, tá verkfall er, ber snøgt sagt ikki til longur.
Seinast Smyril kom til landið varð eisini verkfall, og nú Guð hjálpi tú mær skulu vit aftur revsast her suðuri við einum nýggjum verkfalli - nú hesin nýggi Smyril kemur.
At hesi bæði øki verða jarðløgd, hvørja fer verkfall, er skal og má steðgast NÚ!
Kanska hevði rættast verið at semingssamráðingarnar vóru í Suðri, tí so kundu samráðingarpartarnir lýst verkfallið soleiðis sum gjørt var í gjár kl. 14 - og í samhuga verið verandi her suðuri saman við okkum gíslum.
Tað er ikki meira enn rímiligt at vit ikki verða verri stillað enn restin av landinum og kunnu flyta okkum aftur og fram millum meginøkið og Suðuroynna og Sandoynna.
Um ikki avvarðandi stovnur og fakfeløg saman kunnu finna eina skilagóðan loysn, so ikki Suðuroyingar og Sandoyingar verða raktir meinast hvørja fer verkfall er, so eigur lóggevandi mynduleikin at finna eina sømuliga loysn á hesum fyri allar suðurroyingar, sandoyingar og vinnunar í báðum oyggjunum so álvarsligu støðu, sum siglingin og flutningur til og úr økjunum er og tryggja, at økini ikki verða isoleraði hvørja fer verkfall er.
Fólkini í hesum økjunum krevja at verða hoyrd og vird av landsins fakfeløgum og mynduleikum og ikki hildin sum gíslar hvørja fer ósemja er!!
Vit krevja sama rætt og somu møguleikar sum restin av landinum, hvat viðvíkur flutningi av fólki og farmi til og frá meginøkinum.
Neyðugt verður at lóggeva soleiðis, at ferjurnar ikki kunnu rakast av verkfalli, tí hetta er lívsæðr okkara til meginlandið.