Teir flestu býráðslimirnir í Klaksvíkar Býráð, møta til allar fundir, teir skulu møta á. Tað vísir eitt yvirlit yvir uppmøtingina hjá býráðslimum, sum býráðið nú hevur almannakunngjørt. Býráðið hevur samtykt, at tað skal almannakunngerast, hvussu býráðslimir møta upp og uppgerðin vísir, at teir allarflestu býráðslimirnir møta upp til allar fundir, bæði býráðsfundir og á fundum í nevndunum hjá býráðnum.
##med2##
Talvan oman fyri fyri vísir, hvussu dúgligir býráðslimirnir eru at møta á nevndarfundum. Tað eru ellivu býráðslimir í Klaksvík og fimm av teimum hava møtt upp til allar nevndarfundirnar. Tað sæst eisini, at størstu fráveruna á nevndarfundum hevur Steinbjørn O. Jacobsen og síðani Beinir Johannesen.
Býráðslimir møta eisin væl upp á býráðsfundum. Fyrra hálvár í ár hevur býráðið havt fimm fundir, og býráðið hevur verið fullmannað hvørja ferð. Á tí eina fundinum møtti Steinbjørn O. Jacobsen ikki, men tá møtti varalimur hansara, Óluva Klettskarð.
Á myndini er Klaksvíkar Býráð avmyndað: Standandi frá vinstru eru tey Kristian Eli Zacharisen, Herfrí J. Sørensen, Óli M. Lassen, Beinir Johannesen, Beinta Klakstein og Atli S. Justinussen. Sitandi frá vinstru eru tey Steinbjørn O. Jacobsen, Signhild V. Johannesen, Jógvan Skorheim, Gunvá við Keldu og Tummas J. Lervig.