So tykist alt avgjørt

Kvinnurnar hjá KÍ lótu ongan iva vera, tá tær á útivølli vunnul-1 á argastu kappingarneytunum, og nú tykist meistaraheitið fyri víst at enda í Klaksvík

Fótbóltur

Tað er KÍ og so hini. Hetta hevur seinnu árini verið niðurlagið, tá tosað hevur verið um føroyskan kvinnufótbólt, og sunnudagin staðfestu klaksvíkskvinnurnar enn einaferð, at tær eru í serflokki besta kvinnuliðið í landinum.
Mótstøðuliðið hesa ferð var B36, sum annars hevur verið tað liðið, sum á stigatalvuni hevur verið stórsta hóttanin móti KÍ.

Hóttu ein hálvleik
Tað var heilt fitt av vindi í Gundadali sunnudagin, og hetta ávirkaði eisini spælið nakað. Fyrra umfarið var tað heimaliðið, sum hevði vindin undan, og fyri tað mesta merkti hetta eisini, at tær høvdu størri trýstið, tó at gestirnir so avgjørt eisini fingu spælt seg til fleiri góðar møguleikar.
Tað kom tó bert tað eina málið undan steðginum, og var tað B36, sum longu í fimta minuttir fekk hetta. Arnbjørt Danielsen sendi frísparksinnlegg inn fyri KÍ-málið, og í øllum vindinum mundi bólturin farið beina kós í málið. Í fyrstu atløgu bjargaði tværtræið tó fyri KÍ, men Maria Vang var skjót at fylgja upp, og so stóð 1-0.
Sum sagt, so hevði KÍ sínar avgjørdu møguleikar í fyrra hálvleiki, men tað hepnaðist teimum tó ikki at skora upp á hesar, og tí var spenningurin stórur, tá farið varð út til seinna hálvleik.
Hjá B36, sum nú hevði vindin ímóti, ráddi í mestan mun um at halda fast um leiðsluna, men hendan ætlanin brast eftir bert fáum sekundum, tá eitt verjumistak viðførdi, at Rannvá Andreasen gjørdist púrasta leys, og hon var ivaleys, tá hon smekkaði bóltin framvið málverjanum.

Margháttligt mál
Skjóta málið gjørdi sum vera man B36 verjuna sera ótrygga, og spurningurin tóktist nú bert at vera, nær tað skuldi eydnast KÍ at taka leiðsluna. Fleiri ferðir vóru tær nær við, og tá eitt korter var leikt, fingu tær løn fyri stríðið, tá Una Olsen eftir hornaspark fekk beint bóltin í netið.
KÍ var nú so ruddiliga við yvirlutan, og tá Malena lítla løtu seinni ? eisini eftir hornaspark ? kundi økja til 3-1, fór seinasti spenningurin úr dystinum.
Undirhaldið var tó ikki liðugt enn, tí seinasta málið hjá KÍ taldist so avgjørt millum tey meira sjáldsomu. B36 málverjin helt ? saman við liðfeløgunum ? at dómarin hevði bríkslað fyri rangstøðu, so hon sparkaði bara bóltin niðan móti miðjuni, har viðleikararnir bíðaðu. Tað gjørdi Rannvá Andreasen tó ikki, og meðan tær á heimaliðnum spyrjandi hugdu at, kundi toppskjúttin í deildini halda beina kós móti málinum og økja til 4-1.
Ein heldru margháttligur endi upp á oddadystin, men tað nertir so ikki staðfestingina av, at tað var KÍ, sum átti munin hendan dagin.
Tað gera tær so sanniliga eisini á stigatalvuni, har tær nú eru 7 stig undan B36, og við bert 12 stigum eftir at spæla um, skal tað meira enn ein sensatión til at koppa KÍ av trúnuni sum besta kvinnuliðið í landinum.