So taptu KÍ-kvinnurnar

B68- kvinnurnar kunnu nú við nóg stórum sigri í síðsta dystinum, yvirhála B36 á øðrum plássi.

1. deild Kvinnur

Útsetti dysturin millum B68 og KÍ, setti endaligt punktum fyri sigursrøðini hjá KÍ-kvinnunum. Í nógva vindinum á Svangaskarði mikukvøldið taptu KÍ-kvinnurnar 2-1 móti B68. KÍ-liðið var ikki fullmannað mikukvøldið og hetta sást eisini aftur á spælinum, tí spælið gekk ikki so væl sum tað plagar. Fyrra hálvleikur var javnur, við fáum møguleikum á málini. Tá farið var til hálvleiks var støðan eisini 0-0.

B68 byrjar væl
B68 byrjaði seinna hálvleik sum eitt óðnarveður, har tær skutu tvey mál innan teir fyrstu 10. minuttirnar. Fyrra málið var sjálvmál, har KÍ-málverjin var óheppin við einum B68- hornasparki, og bendi hornasparkið í egi mál. Seinna málið var tó ein perla. Irdi Hansen vinnur bóltin av KÍ- verjuni, og sneiðir fleiri KÍ-spælarar av, og leggur bóltin trygt framvið KÍ-málverjanum til støðuna 2-0 til B68.

KÍ royndi eftir hetta at trýsta B68, men tað ikki kom meir enn tað eina málið burturúr. Seint í seinna hálvleiki fær Rannvá Andreasen langan bólt í vinstru og trekkir inn í B68-brotsteigin og smekkar bóltin í málið til endaligu støðuna 2-1 til B68.

Leygardagin verður síðsta umfarð, áðrenn summarsteðgin spælt. Á Toftum leika B68 og HB, meðan B36 spælir ímóti KÍ í Gundadali.