So tapti VÍF

VÍF-VB 25-26 (12-12):
Føroyameistararnir úr Vestmanna snávaðu ? fyri fyrstu ferð í ár ? tá VB var á vitjan um vikuskiftið. Vágskvinnur vistu, at skal tað eydnast teimum at vinna heiðursmerkir í ár var neyðugt at vinna í Vestmanna. Tað gjørdu tær og tí kunnu tær nú sjálvar gera av, um tær skulu hava bronsumerkini

Hondbóltur, kvinnur

VÍF megnaði ikki at koma ósigrað gjøgnum kappingarárið 2001/2002. Hesum syrgdi VB fyri tá liðini hittust í høllini í Vestmanna leygardagin. Vágbingar vunnu dystin við minst møguligu margin, men tað var nóg mikið til sigurin.

Sera vónbrotnar
Sum skilligt er, vóru vestmannakvinnur serstakliga vónbrotnar eftir dystin. Gamaní var talan um ein dyst, sum ikki hevði stórvegis annað at siga enn, at tær kundu fara ósigraðar gjøgnum hetta árið, men fyri meistararnar átti tað at verið nóg mikið.
At hetta so samstundis var seinasti landskappingardystur á heimavølli átti eisini at sett VÍF kvinnurnar so mikið upp, at tær vunnu dystin.
Men so var ikki. VB-kvinnurnar vóru nógv meira uppsettar enn vertirnir og tað hevði við sær, at VÍF ongantíð fekk frið at spæla sítt spæl, og tá samanumkom vóru tað so vágbingarnir sum vóru omaná.
Men VB hevði eisini av álvara nakað at spæla fyri í Vestmanna. Tær vistu tá tær fóru á vøllin, at um tær ætla sær bronsumerkir í ár, var treytin ein sigur í Vestmanna, tí næsta vikuskiftið kemur Stjørnan, sum í løtuni liggur á triðja plássi til Vágs á vitjan og við einum sigri í hesum dystinum, kann VB sníkja seg fram um Stjørnuna í allar seinasta umfarinum og á tann hátt tryggja sær bronsuna.

Spældu ikki væl
Sum sagt vóru VÍF kvinnurnar sera vónbrotnar um seinasta avrikið á heimavølli í ár. Tær ætlaðu sær at vera ósigraðar í ár, men soleiðis skuldi ikki ganga, og Sóley Mikkelsen, liðskipari hjá VÍF, sigur, at allar eru vónbrotnar av avrikinum leygardagin
- Hugburðurin var ikki tann rætti. Hugurin at spæla var heilt einfalt ikki nóg góður og tað ber ikki til, tá tú spælir móti VB og slett ikki tá tær hava nakað at spæla fyri. Triðjaplássið hevur týdning fyri tær og tí vistu vit, at tær fóru at berjast fyri sigrinum. So mikið verri er tað, at vit ikki megna at seta okkum upp til dystin, sigur Sóley.
Hon leggur afturat, at alt VÍF liðið sum tað er, má taka ábyrgdina fyri tapinum. Eingin leikari leikti upp til vanligan standard.
- Men veruleikin er, at tað er trupult at seta seg upp til ein slíkan dyst, tá kappingin er vunnin og av fyri okkara viðkomandi, og tað var kanska orsøkin til at vit spældu sum vit spældu.

Venjarin ábyrgd fyri reyðum korti
Annars fekk dysturin í Vestmanna ein løgnan enda. VB, sum í 29. minutti hevði lagt seg á odda, lá til at vinna dystin, tá venjarin við veipum og rópum móti dómaranum, brokkaði seg til eina útvísing í tveir minuttir, og ein slík útvísing merkir, at ein leikari skal av vøllinum. Henda broyting í leikreglunum varð framd undan hesum kappingarárinum, fyri at venjarin ikki skal hava møguleika at uppføra seg sum eitt býtt uttan at fáa revsing fyri tað.
Sum rætt er, krevja dómararnir, at ein leikari skal av vøllinum, og dómarin ger av, at Regina Radó skal út. Hon skilir á venjara sínum, at dómararnir hava víst henni á vølli og so fleyg øði í hana.
Hon rópti og garteraði so nógv á vøllinum, at dómararnir vístu henni reyða kortið og tað merkti, at hon mátti av vøllinum alt fyri eitt.
Tað er so eitt, at hon mátti út í Vestmanna. Tað sum er verri er, at hon av somu orsøk ikki verður við í seinasta dystinum hjá vágbingum, sum verður móti Stjørnuni og hesin dysturin er so sera týdningarmikil fyri VB.
Tað sum ger gøluna fullkomna er, at Regina Radó als einki skeivt hevði gjørt. Dómararnir vístu ikki henni av vølli men venjarin fekk tveir minuttir fyri óhøviskan atburð, men tá hann tekur Reginu út, kloddar hann í tí og sigur henni, at dómararnir vilja hava hana út. Hetta ? sigur annar dómarin ? var ikki so. Venjarin avgjørdi sjálvur at taka hana út.
At so øði spinnur í Reginu á veg út ger bara at dómarin verður noyddur at senda hana av vøllinum, og tað er spell.
Spurningurin er nú, hvønn týdning tað fær fyri dystin hjá VB móti Stjørnuni. Lítið er at ivast í, at liðfelagar hennara fegnar vildu havt hana við, men sambært reglunum hevur hon ikki loyvið til tess. Og tað ger stríðið hjá VB at røkka silvurinum nógv torførari, tí Regina hevur verið liðnum ein hollur stuðul í ár.

Dysturin í tølum:
VÍF: Joana Rapa 12 (6), Nicoleta Radu 6, Sóley Mikkelsen 3, Barbara á Rógvi 2, Fríða Marjunardóttir 1 og Alis Høghamar 1
VB: Laila Jespersen 8, Regina Radó 5 (1), Gabriela Feketé 4, Eyðbritt Krosslá 3, Sólrun Krosslá 2, Durita Rouch 2, Margret Augustinussen 1 og Rannvá Augustinussen 1
Brotskøst: VÍF 8, VB 2
Útvísingar: VÍF 1, VB 3
Burturvísing: VB 1