Mikukvøldið spældi odddaliðið í okkara EM-bólki, Skotland, á útivølli ímóti Ukraina. Skotar hava vunnið fyrstu tríggjar dystirnar í bólkinum, og seinasta vunnu teir rættiliga óvæntað ímóti Fraklandi. Hesaferð gekk ikki hjá skotum, so máttu lúta 2-0 fyri Ukrina. Kucher skoraði eftir ein tíma, og stutt fyri leiklok økti Schevchenko til 2-0. Móti endanum av dystinum fekk Skotland eisini Stephen Pressley vístan av vøllinum.










