So tapti Real Madrid

Atletico Madrd tók av svipsaranum, meðan Barcelona tapti fyri David Moyes og Real Sociedad

Real Madrid tapti í kvøld eftir 22 sigrar upp í slag. Teir taptu 2-1 fyri Valencia. Barcelona hevði møguleikan at minkað um munin í oddinum, men taptu somuleiðis. Hinvegin, so vann Atletico Madrid í gjár 3-1 á Levante.

 

Undan dystinum í kvøld í sponsku landskappingini hevði Real Madrid vunnið 22 dystir upp í slag. Á Mestalla leikvøllinum í Valencia gekk tó ikki longur. Real Madrid kom annars á odda longu aftaná eitt korter, tá Cristiano Ronaldo umsetti brotsspark til mál.

 

Í seinna hálvleiki vendi heimliðið dystin og vann 2-1. Avgerandi málið skoraði Nicolas Otamendi, tá hann stútaði boltin í málið. Sostatt sigursrøðin hjá Real Madrid í La Liga brotin.

 

Messi og Neymar á bonkinum

 

Barcelona hevði møguleikan at yvirhála Real Madrid við at vinna á útskeldaða David Moyes og Real Sociedad. Dysturin var ikki meiri enn byrjaður, tá Jordi Alba gjørdi sjálvmál. Luis Enrique byrjaði við Lionel Messi, Dani Alves og Neymar á bonkinum.

 

Liðið megnaði lítið í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki komu allir á vøllin. Gestirnir úr Barcelona trýstu alt teir vóru mentir, men serliga Luis Suarez kláraði ikki at umseta stórar málmøguleikar. Sostatt er Barcelona framvegis eitt stig aftanfyri Real Madrid, sum hevur spælt ein dyst færri.

 

Atletico tók av

 

Meistararnir frá í fjør, Atletico Madrid, vunnu 3-1 á Levante. Antoine Griezmann skoraði tvey tey fyrstu, meðan miðverjin Diego Godín skoraði tað triðja. Atletico Madrid hevur eins og Barcelona 38 stig.

 

Í Atletico verður nógv gjørt burturúr, at Fernando Torres er vendur heim til barndómsfelagið. Hann var millum áskoðararnar til dystin. Komandi dystur hjá Atletico Madrid er móti Real Madrid í sponsku steypakappingini. Næsti dystur í landskappingini er móti Barcelona á Camp Nou.