Ein dystur hevur verið spældur í 1. deild hjá monnum í kvøld, har greiða oddaliðið, NSÍ, fekk vitjan av einum styrktum KÍ-liði, sum eitt nú hevði Ahmed Mujdragic og Dion Splidt við.
Les eisini: AB var stóri vinnarin
Úrslitið bleiv, at NSÍ fekk sítt fyrsta tap í ár. KÍ vann nevniliga dystin 2-1. Málini hjá KÍ skutu Dion Splidt og Petur Andreasen, meðan Hans Marius Davidsen skeyt einsamalla málið hjá NSÍ.
Við sigrinum í kvøld hevur KÍ lyft seg av 6. plássi heilt upp á 2. pláss undir liðina á B68. NSÍ er framvegis rímiliga greitt oddalið við fýra stigum niður til KÍ og B68.