So tapti Nadal

Eftir at hava sett met við 31 sigrum á rað í French Open í Tennis, mátti Rafael Nadal púrasta óvæntað lúta móti svenska Robin Söderling. Söderling vann dystin í fjórða umfarið 6-2, 6-7, 6-4, 7-6, og so stóð greitt, at Nadal fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevur tapt á Roland Garros. Við hesum eru meistararnir hjá bæði kvinnum og monnum úti, nú farið verður undir fjórðingsfinalurnar.