Fimm dystir hava verið í 3. umfari í Liga Cup, sum er minna steypakappingin í Onglandi, í kvøld. Millum annað tapti Liverpool fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, og er úti av kappingini.
Liverpool spældi móti Chelsea á Anfield. Bæði liðini spældu við eykaliðunum, men talan var ikki um vánaligar spælarar á vøllinum. Liverpool hevði onkrar risa møguleikar at leggja seg á odda, áðrenn Daniel Sturride, sum brendir teir, skoraði til 1-0 til heimaliðið.
Eina løtu sá út til, at Liverpool fór at vinna áttanda dystin í hesum kappingarárinum upp í slag, men tað endaði við at Chelsea vendi dystinum. Fyrst skoraði Emerson eftir fríspark, áðrenn innskiftið Eden Hazard skoraði eitt framúr mál, har hann dribblaði framvið fleiri spælarum.
Chelsea er víðari saman við Arsenal og Tottenham. Arsenal vann 3-1 á Brentford, meðan Tottenham mátti í brotssparkskapping, áðrenn teir vunnu á Watford. Hartil vann West Ham heili 8-0 á Macclesfield Town, sum spælir fjórðbestu deildini.
Liga Cup 3. umfar:
Arsenal 3 - 1 Brentford
Liverpool 1 - 2 Chelsea
Nottingham Forest 3 - 2 Stoke City
West Ham United 8 - 0 Macclesfield Town
Tottenham Hotspur * 2 - 2 Watford
*Víðari eftir brotssparkskapping










