So tapti KÍF

Kollfirðingar taptu fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, tá VÍF, við fyrrverandi KÍF venjaranum, Jan Ottosen, á odda, vunnu 26-24 í høllini í Kollafirði.

VÍF er fyrsta liðið, sum hevur megnað at vunnið á KÍF í ár. Gestirnir úr vestmanna fingu eina óalmindiliga góða byrjan, og aftaná eitt korter vóru teir á odda 11-2. Martin Ritto gekk á odda hjá teimum bláu og gulu og skoraði fýra mál fyrsta korterið.
KÍF fekk minkað um munin fyri hálvleik, har VÍF millum annað fekk tríggjar útvísingar. Tá farið varð til hálvleiks var støðan 15-9 til VÍF.
Okkurt hevur Jakob Jónsson sagt við sínar menn í hálvleikinum, tí fyrstu fýra minuttirnar í seinna hálvleiki skoraði KÍF fýra tey fyrstu málini, men VÍF svaraði aftur.
Tíggju minuttir fyri tíð var bara tað eina málið á muni, men VÍF helt fast. VÍF hevur saman við H71 tíggju stig, eitt færri enn oddaliðið KÍF.

Dysturin í tølum:

KÍF – VÍF 24-26 (9-15)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnson 7, Andrias Nielsen 6, Nicklas Selvig 5, Rúni Joensen 3, Arnbjørn Hansen 2, Gert Hansen 1
VÍF: Martin Ritto 7, Filip Jojic 6, Andrias Eriksen 5, Rasmus Junker 4, Magnus Muller 2, Bárður Brimsvík 1, Angar Joensen 1