Inter hevði spælt 35 seriu A-dystir á rað uttan at tapa, men hesi røðini steðgaði Napoli, tát eir vunnu 1-0. Málið skeyt Marcelo Zalayete longu eftir trimum minuttum. Inter er tó framvegis trygt á odda í seriu A. Teir hava seks stig fleiri enn Roma, sum er nummar tvey.
Eftir øllum at døma, hevur tapið móti Liverpool, í Champions League kappingini, skelkað Italska liðið úr Milano somikið, at teir eisini byrja at tapa í heimligu kappingini í Italiu