So tapti ÍF a

Flogbóltur, menn: Endiliga eydnaðist tað einum av hinum liðunum at taka stig frá oddaliðnum í meistaradeildini hjá monnum. Fram vann dystin 3-1

FRAM ? ÍF A3-1 (15-9, 15-10, 6-15, 15-11)



Oddaliðið í meistaradeildini hjá monnum er ikki ósigrað longur. Hósdagin í farnu viku eydnaðist tað nevniliga Fram at vinna ein sera spennandi og vælleiktan flogbóltsdyst.

Og tað var kanska ikki so órættvíst, at tað var Fram, sum skuldi verða fyrsta liðið, sum tók stig frá meistarakandidatunum. Teir hava ligið tætt upp at teimum fleiri ferðir, eins og Fleyr eisini hevur gjørt tað, og til kappingarnar í Havn og í Klaksvík eydnaðist tað júst Fram at vinna á ÍF a.

So tað var kanska júst tí, at tað var fyrsti dysturin, sum ÍF a leikti eftir kappingina í Klaksvík seinasta vikuskiftið, at teir vóru í einum aldudali.


Fram spældi sera væl

Fram byrjaði dystin móti ÍF a sum eitt satt ódnarveður. Rúni Weihe og Sigmund av Teigum eru framúr evnaríkir og góðir spælarar, men tað hevur gingið heldur striltið hjá teimum higartil í ár, at fáa glið á spælið.

Tað var við teimum báðum á odda, at Fram legði eitt sera hart trýst á ÍF og tað sá út til at eydnast. Styrkin hjá Fram í álopinum er á kantinum hjá teimum báðum Sigmundi og Rúna, og tað gav úrslit hóskvøldið.

Hevingarnar frá Bernhardi lógu júst har tær skuldu og teir báðir kantsmashararnir høvdu ikki trupulleikar av at banka bóltarnar í gólvið.


Góðan blokk

Tað, sum harafturat gjørdi, at spælið hjá Fram gekk so væl var, at tað eydnaðist teimum at seta ein tættan blokk fyri miðálopunum hjá ÍF. Suni Hansen og Pól Gudmundsson hava havt góða eydnu við miðálopum fyrr í ár, men tað hevði Fram roynt at byrgja upp fyri í venjingini upp til dystin móti ÍF.

Blokaduspælararnir á miðjuni royndu av øllum alvi at steðga miðáleyparunum hjá fuglfirðingum og tað eydnaðist næstan til fulnar.

- Eg haldi, at tað kanska var tann týdningarmiklasti parturin av sigrinum, sigur Sigmund av Teigum, sum er leikandi venjari hjá Fram.

- Pól og Suni hava verið ótrúliga effektivir á miðjuni í ár, og tí var tað sera týdningarmikið hjá okkum at fáa steðga teimum. Og tað eydnaðist so framúr væl hjá Ingvard Eirikstoft. Hann spældi ein branddyst og legði fleiri ferð ?lok? á Pól.

Men ÍF er ikki bara sterkir á miðjuni. Kantspælararnir eru eisini sterkir, men teir eru ikki so royndir sum miðáleyparar og tað gjørdi Fram sær eisini sær dalt av.

- Vit løgdu okkum eftir at hava skiftandi blokk ? diagonal til linju og aftur til diagonal blokk, og tað gjørdi tað trupult hjá ÍF at finna eina rútmu í spælinum, tí blokadan hjá okkum fekk fatur á tí mesta, sigur Sigmund.


Dystargongdin

Sum nevnt, so byrjaði Fram dystin sum eitt ódnarveður. Sigmund og rúni vóru í essinum og tað gjørdi, at Bernhard ikki hevði stórvegis orsøk at leggja hevingarnar aðrastaðni enn á kantin. Har vórðu tær viðgjørdar sum tær skuldu, og tað endaði sum oftast við at Fram vann bóltin.

So væl gekk á kantinum henda dagin, at Sigmund og Rúni mundu fáa umleið 80 prosent av hevingunum hjá Fram henda dagin.

Fyrsta sett vann Fram 15-9, og tað má verða langt síðan at ÍF a hevur verið so langt aftanfyri í einum setti.

Annað sett gekk so at siga á sama hátt. Fram var omaná, og tað gekk sum eftir ánni hjá teimum. Fuglfirðingar vóru púra fyri ongum og tað var so at siga líkamikið hvat teir gjørdu, Fram fekk fatur á tí. Settið endaði eisini við, at Fram var omaná, og settúrslitið var 15-10.

Í triðja setti vaknaðu fuglfirðingar. Teir vóru greiðir yvir, at skuldu teir hava nakað við sær til Fuglafjarðar, so skuldu teir taka seg saman av álvara, og tað var júst tað teir gjørdu. Samstundis fóru Framleikararnir í ein Tornurósulíknandi svøvn hinumegin netið og tað hevði við sær, at ÍF a hevði lutfalsliga lætt spæl í byrjanini av triðja setti. ÍF var frammanfyri við bæði 7-1 og 11-5 uttan at Fram vaknaði fyri tað.

ÍF vann triðja sett, og nú sá út til at tann vanliga gongdin skuldi endurtaka seg. ÍF var komið í gongd, men gleðin var stokkut. Fram tóku seg saman og gjørdu bart.

Tá fjórða sett fór í gongd gjørdu teir sum í teimum báðum fyrstu og settu seg á spælið frá byrjan. Fuglfirðingarnir vóru nú aftur teir, sum høvdu trupulleikar og tað gjørdi Fram sær dælt av. Teir fóru framum 5-2 og vóru eisini frammanfyri 11-9. Spennandi støða og serliga spennandi at vita, um ÍF nú mundi fara at klára tað ella ikki.

Tað gjørdist tað seinna og settið endaði við 15-11 sigri til Fram, sum sostatt vann dystin 3-1 og gav ÍF fyrsta ósigurin í ár.


Kappingin meira opin

Tað er sjálvandi ikki gott at vita, um vit skulu gera meiri burtur úr, at ÍF hevur tapt sín fyrsta dyst í ár. ÍF liggur enn trý stig frammanfyri nummar tvey, sum er Fleyr.

Tó skal sigast, at ÍF hevur bæði Fram og Fleyr eftir, so tað er enn møguligt, serliga hjá Fleyr, at sníkja seg framum fuglfirðingar til meistaraheitið.

Um tað fer at eydnast ber sjálvandi ikki til at siga nakað um nú, men vit fáa eina rættuliga greiða ábending 13. februar tá liðini, sum møttust hóshvøldið í Eysturskúlanum, hittast aftur í Kambsdali.

Tað er í øllum førum púra greitt, at fuglfirðingar fara at gera tað teir kunnu fyri at hevna tapið móti Fram og fyri at tryggja sær fyrsta meistaraheitið í tíggju ár.