Kirkjurnar eru pyntaðar og prestar geva troyst í neyðini. Vit drýpa høvur og takka fyri ritualini at kunna fylgja teimum vit kenna og eru góð við til seinasta hvíldarstaðin.
Prestur, deknur, klokkari og organistur geva okkum eina løtu í kirkjuni har vit saman lurta eftir troystarorðum og syngja sálmar. -
Fríggjadagin 7. januar 2004 var ein sorgarinnar dagur á Almannastovuni. Vit fylgdu einum fyrrverandi starvsfelaga frá Vesturkirkjuni og søgdu orðini "Far væl"
Sama dagin henda fríggjadagin í januar fingu vit eisini boðini, at tvey fólk av okkara arbeiðsplássi andaðust, og vit stóðu enn einaferð fyri at fylgja starvs-feløgum til seinasta hvíldarstaðin.
Rói Árting , Beinta Joensen og Minna Jacobsen, sum øll try høvdu sosialráðgevara útbúgving og virkaðu í hesum yrki ,vóru leiðbeinarar hjá mongum og vóru góðir starvsfelagar. Tey settu stór krøv til sín sjálvs at vera ráðgevar og veita viðskiftafólkum stuðul og leiðbeining í lívsins truplu viðurskiftum.
Nù vit dvølja við sorgina fara tankarnir eisini til tykkum, sum hava mist Ednu Thomassen, sum somuleiðis hevur arbeitt saman við okkum. Ì sínum arbeiði sum málsviðgeri var hon nærløgd og dugnalig.
Vit sum kendu hesi dugnaligu og røsku fólk eru sorgarbundin. Vit syrgja saman við tykkum, sum stóðu teimum næst.
Tað eru løtur í lívinum, har evnini ikki røkka at fata tað, sum veruleikin bjóðar.
Vit lýsa frið yvir minni um góðu starvsfelagar okkara, og biðja um styrk til at fáa samanhang aftur í tilveruna.
Starvsfelagar á Almannastovuni,