So sum so lutakast

Høgni í Stórustovu kundi hvørki grína ella gráta, tá lutakastið var av í gjár. – Tað kundi verið verri og tað kundi verið betri, ljóðar staðfestingin frá forsetanum í FSF

FÓTBÓLTUR

Dreymurin um Ongland brast – enn einaferð. Hinvegin komu vit í sama bólk sum heimsmeistararnir Italia. Norðurírland er eisini áhugavert bæði ítróttarliga og fíggjarliga, men tá tað kemur til Estland, Slovenia og Serbia er tað so sum so.
– Vit eru í niðasta bólkinum, tá liðini verða styrkismett og eingin jublar, tá Føroyar verða tiknar úr pottinum. Kortini eru vit vónsvikin, tá vit ikki møta Onglandi og tíma als ikki at møta Frankaríki aftur nú, og Italia er heldur ikki betri enn næstbest. Tað sigur ikki lítið um fótbóltsverðina, sigur Høgni í Stórustovu.
Hann var í pólska høvuðsstaðnum í gjár saman við Magnus á Stongum, formanni í landsliðsnevndini, Virgar Hvidbro, aðalskrivara og Brian Kerr, landsliðsvenjara.

Eingin fíggjarligur dreymur
Hóast hann sjálvur vísir á, at lutakastið kundi verið so nógv verri, so dylir hann ikki yvir, at reint fíggjarliga var ikki talan um nakað dreymalutakast.
– Vit hava eina sjónvarpsavtalu galdandi frá 2010 til 2014. Henda hevur eina grundupphædd, sum vit avtalaðu í felag, men um vit drógu okkurt annað land, enn tey vit drógu í gjár, hevði møguleiki verið fyri at fingið nakrar krónur aftrat í kassan, sigur Høgni í Stórustovu.
Men hóast Fótbóltssambandið eftir øllum at døma ikki kemur at spinna gull upp á hetta lutakastið, sær forsetin kortini fleiri ljóspunkt.
– Ítróttarliga sær tað spennandi út við Norðurírlandi og Estlandi. Og alt eftir hvussu tað gongst Italia, Serbia og Slovenia í Suðurafrika í summar kann tað verða heilt áhugavert, sigur forsetin.

Næsta stigið í mars
Høgni í Stórustovu og restin av føroyska ferðalagnum í Póllandi vendu nøsina heimaftur í gjárkvøldið. Næsta uppgávan í samband við lutakastið í gjár verður 8. mars, tá londini í bólki C hittast aftur fyri at viðgera, hvussu dystirnir skulu leggjast.
– Her eru vit í eini serligari støðu, tí hini londini vita øll, at tað ikki er bara sum at siga tað, at koma til Føroya um heystið, tá tað er myrkt og veðrið er keðiligt. So er tað okkara uppgáva at brúka hesa støðu best møguligt, sigur Høgni í Stórustovu, forseti í FSF.