Myndin – sum myndamaðurin Finnur Justinussen hevur tikið – talar fyri seg sjálva. Stóra masturin, sum førir háspenningin av elverkinum á Sundi til Havnar varð kvett av, tá tekjan av Vinnuháskúlanum reiv og feyk beint á háspenningarlinjuna, sum gongur dygst fram við Vinnuháskulanum undir Krákugjógv í Havn.
Hesin skaðin elvdi til, at øll Havnin lá í streymloysi í fleiri tímar. Um tríggir tímar gingu, til ljós aftur fóru at síggjast í býnum smátt um smátt. Men nakrir tímar aftuarat gingu, til øll aftur høvdu ljós í høvuðsstaðnum.
Óhappið gjørdi eisini tað, at Norðrari Ringvergur varð stongudur eystan fyri Varðagøtu, tí háspenningarlinjurnar liggja so lágt, eftir at eina masturin varð kvett av.
Finn Jakaobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, segði við in.fo fyrr í kvøld, at linjan lá á vegnum, og tí hevði løgreglan avbyrgd ein part av Ringvegnum frá Varðagøtu til Villingardalsvegin. Hann heitti samstundis á fólk um at halda seg burtur haðani.
TRÝST HER fyri at síggja fleiri myndir hjá Finni Justinussen, myndamanni, av kvettu linjunum og steyranum undir Krákugjógv í Havn.