Sveis er greiður favorittur, tá ið Føroyar og Sveis bresta saman í HM-undankappingini á Tórsvølli fríggjakvøldið. Tað eru alheims veddingarfyritøkur í øllum førum samdar um.
Sambært teimum, so hevur Føroyar eitt stað ímillum 5% og 6% møguleika at vinna dystin. Hægsta odds upp á føroyskan sigur hevur Bet3000, ið gevur pengarnar heili 25 ferðir aftur.
Størri møguleiki er fyri javnleiki, halda veddingarfyritøkur, sum sambært miðaloddsunum meta tað vera 15% møguleiki fyri at dysturin ímillum Føroyar og Sveis endar javnur.
Størst sannlíkindi eru tó fyri, at Sveis vinnur. Oddsini upp á sveisiskan sigur eru ímillum 1,13 og 1,24 – tað merkir, at Sveis hevur umleið 80% møguleika at vinna.
Dysturin ímillum Føroyar og Sveis verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 9. juni kl.19.45.