So stórur favorittur er FH

Veddingarfyritøkurnar meta FH vera greiðan favoritt ímóti Víkingi í kvøld.

Veddingarfyritøkur kring heimin eru samdar um, at FH Hafnafjørður er greiður favorittur, tá ið føroyska Víkingur í kvøld er á vitjan hjá teimum í fyrra Champions League-dystinum í Íslandi.


Oddsini á Víking eru tó fallin nógv. Í gjár vóru tey væl yvir 10, men í dag er miðaloddsið á Víking áleið 9. Tað merkir, at veddingarfyritøkurnar meta Víking hava 11% møguleika at vinna í kvøld.


Les eisini: Video: Atli við einum lítlum priki til Gunnar


Sannlíkindini fyri íslendskum heimasigri liggja um tey 72 prosentini, meðan sannlíkindini fyri javnleiki eru umleið 16%.


Hægsta oddsið upp á sigur til Víking fæst hjá EFBet, har oddsið er 14,00. Sportingbet er eisini væl við og bjóðar odds 13,00 upp á føroyskan sigur.


Les eisini: Bagge: Vit fara at selja okkum dýrt


Champions League-dysturin ímillum FH og Víking verður í kvøld kl.20.15. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum og byrjar at senda kl.20.00.