Fyrr í dag skrivaði in.fo um stóra húseiturkoppin, sum serfrøðingar halda nú er farin at nørast í Havn. Talan er um størsta eiturkoppin í Danmark, sonevndur stóri húseiturkoppurin, sum kann hava eina beinvídd upp til 10 sentimetrar.
Stóri húsaeiturkoppurin, tegenaria atrica á latínskum, trívst best í húsum, skúrum og kjallarum, men eisini í laðaðum gørðum, undir vegristum og aðrastaðni, har hann kann spinna net sítt.
Honirnar eru at síggja alt árið, meðan hannarnir eru vanligast at síggja um heystið, tá teir leita sær inn um.
Stóri húsaeiturkoppurin etur tað mesta av smáum skrið- og flogdjórum. Tað er væl møguligt, at eitt menniskja merkir, um tað verður bitið av einum slíkum, men tað er púra vandaleyst fyri menniskju.
Les eisini Hesir nørast nú í Havn
Hóast Jens-Kjeld Jensen skrivar, at hann allarhelst nørist í Havn, so er nýggjasta myndin, sum hann hevur av eiturkoppinum í savni sínum, av einum, sum varð funnin í Eysturoy fyri tveimum vikum síðani.