So stóran møguleika hevur B36

Virðing fyri B36: Veddingarfyritøkur meta ikki, at B36 verður fyri skommum ímóti Besiktas.

Hóskvøldið fær B36 vitjan av turkiska stófelagnum, Besiktas, og tað er ikki nakað óvæntað í, at Besiktas er mett at vera greiður favorittur. Ein kundi kanska óttast, at oddsið á Besiktas var 1,05 ella har áleið, men tað er líkt til, at veddingarfyritøkurnar virða B36 nú teir hava varpað bæði St. Joseph's og OFK Titograd úr Europa League.


Les eisini: B36 selur sjónvarpsrættindini


Miðaloddsið á Besiktas-sigur er 1,21. Tað oddsið er útroknað sambært oddsum hjá teimum 44 veddingarfyritøkunum, sum bjóða odda uppá dystin. Til samanberingar kann nevnast, at fleiri onnur lið í hesum umfarinum í Europa League eru mett at vera størri favorittar at vinna sínar dystir, enn Besiktas er ímóti B36.


Umroknað til sannlíkindi vil 1,21 siga, at Besiktas hevur 76% møguleika at vinna dystin. Miðaloddsið upp á B36-sigur er 11,43. Tað svarar til 8% møguleika. Miðaloddsið á javnleik er 5,74, sum merkir 16% møguleiki.


Sannlíkindini fyri at B36 í minsta lagi fær javnleik eru tískil 24%. Veddingarfyritøkurnar meta altso, at B36 eina ferð út av fýra ferðum klárar at fáa minst javnt ímóti Besiktas á Ovara Vølli í Gundadali. Tað má sigast at vera eitt álit, ið B36 hevur fingið frá alheims veddingarfyritøkum.


Les eisini: Besiktas hevur kendan hjálparvenjara


Vinnur Besiktas dystin, so verður neyvan talan um stórsigur. Veddingarfyritøkurnar halda, at tað møguliga verður tveymálssigur, men neyvan ein sigur við trimum málum ella meira. Hinvegin er Besiktas risa favorittur at fara víðari samanlagt. Har verður hildið, at Besiktas hevur 91% møguleika og B36 bara 9% møguleika.


Hægstu 1X2-oddsini til dystin hóskvøldið:

B36: 15,00 (Ladbrokes)

Javnleikur: 6,77 (Ohmbet)

Besiktas: 1,27 (1xBet)

 

Video: 8 ár síðani Besiktas seinast var í Føroyum