So spennandi at tú fert ikki á WC uttan bókina

– Størsti thrillari í Føroya nýggjaru tíð, kanska síðani »Reyða bók« kom á marknaðin í 50´árunum í hinari øldini.

Soleiðis skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sum hevur lisið bókina hjá Jan Lamhauge, Svik, sum Sprotin gevur út, og sum verður løgd fram í Løkshøll í Runavík í kvøld klokkan 19.

– Heitt var á meg um at bjóða vælkomin og siga nøkur orð um bókina – og lat meg staðfesta, at hetta er størsti thrillari í Føroya nýggjaru tíð, kanska síðani »Fúla bók" kom í 1920 og "Reyða bók" kom á marknaðin í 50'árunum í hinari øldini, skrivar Tórbjørn Jacobsen á Facebookvanga sínum í morgun.

Hann sigur víðari, at tann sum fer undir at lesa bókina sovnar ikki aftur, fyrrenn hann er komin á aftastu blaðsíðu.

– Hann fær heldur ikki farið á nátthúsið uttan at hava hana við sær ávegis í lesnaðinum. Hetta er ein krimi úr gerandisdegi okkara, og vit kenna øll aktørarnar, skrivar Tórbjørn Jacobsen.

Les eisini: Ein heil bók bygd á eina lygn

Øll eru tó ikki líka fegin um bókina, tí Jógvan Páll Lassen, advokatur, skrivar í lesarabrævi í morgun, at bókin, øll sum hon er, byggir á eina lygn.