So slapp Páll á ting

Í dag fær Tjóðveldi ein var­amann á ting. Tað er fyrstu ferð seinastu níggju mán­að­ir­nar,­ at varamaður tekur sæti á tingi fyri Tjóðveldi. Vit prik­aðu herfyri Bjørt Sam­u­el­sen og Sjúrð Skaale við - tá tey vóru í New York og mill­um ann­að runnu marathon - at tey ikki vildu lata Páll á Reyn­a­túgvu og Heidi Pet­er­sen fáa sæti á tingi.

Men Tórbjørn Jac­ob­sen, ting­mað­ur og hálv­tíð­ar­havn­ar­fúti (ting­fólk kunnu bara hálvt al­ment starv framíhjá!) er í Cann­es í Fraklandi, har hann um­boðar Run­a­vík­ar Havn á eini ráð­stevnu fyri cruise­ferða­skip. Tí hevur hann bið­ið sær far­loyvi úr ting­i­num - og hann upp­lýs­ir í sama við­fangi ting­for­mann­in um, at Páll á Reynatúgvu og Heidi Petersen eru næst á list­a­num hjá Tjóðveldinum.

Sam­bært uppgerðini hjá løg­ting­i­num, so hevur var­a­fólk hjá Tjóð­veld­i­num ikki havt sæti á tingi síðani 19. mars ár. Síð­ani tá hevur løg­­ting­­ið havt 64 fundir, so okk­­urt er um snakk­ið, at vara­fólk­ini hjá Tjóð­veldi ikki al­tíð verða tikin upp á ráð...