So skulu vit eisini hava, siga politikarar í Havnini

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður


Hetta er ikki nýtt fyri­brigdi, men tað er økt í stórum seinastu tíðina, og kann forkoma eini menning úti um landið og soleiðis føroyska samfelagnum


Føroyska samfelagið er lít­ið, kensluborið og sera við­brekið við óstøðugum til­gongdum av rávøru.
Høvuðsstaðurin  sum fyri tað mesta verður fíggjaður úr danska ríkiskassanum, føroyska landskassanum og fyritøkum, sum vaksnar eru upp saman við hesum bú­skapi  tosar sítt mál, meðan økini har rávøran verður viðgjørd og verður útflutt, so føroyska samfelagið hevur kunnað ment seg, tosa annað mál, ella hava annað innihald í samrøðuevnunum.
Ofta kann tykjast torført hjá hesum pørtum at skilja hvønn annan, hóast landið er so lítið og átti at verið lætt at farið um.

Næraberg  Dimma­lætting og SVF
Eg fari tí at nevna nøk­ur dømi um, hvussu ávirk­an­in kann vera í og so av­ger­andi frá lands- og komm­unu­politik­arum í høv­uðs­stað­num, sum ofta verða vardir og mentir av høvuðsstaðarfjølmiðlunum.
Fara vit eitt sindur aft­ur, eini tvey ár, sóu vit Dimma­lætting í forsíðu-grein­um liggja úti eftir svart­kjafta­royndunum hjá Nærabergi, meðan hesir bardust fyri at fáa veiðuna burðardygga bæði fíggjarliga og at fram-leiða hana til mannaføði, sum jú norðurlond øll leggja so stóran dent á.
Hetta vardi so í eina tíð, inntil Sjónvarp Føroya  føroyski landskassa-goldni public service stovnurin  tók um endan og greiddi øllum Føroya fólki frá, at nú kom Kjell Inge Røkke úr Noregi til Klaksvíkar at sløkkja og læsa, og so var hetta fornøjilsi av.
Her kom onnur menning við Atlantic Navigator. Hvussu leingi hon varðar, vita vit ikki, men vóna, at hon heldur á, tí er talan um at vera burðadyggur, so átti henda veiða at verið stuðlað, bæði av teirri orsøk, at skipið kann hava verið nýtt sum skúlaskip og úflutningstølini við meiri framleiddari vøru til mannaføði eru týðiliga økt.

Røktarheim og tunnil
Onnur dømi, sum eg í fyrstu syftu fari at nevna, er hetta, sum havnar-politikarar nú hava fingið sær fyri, at so skulu vit eisini hava.
Bert tvey dømi!
Ein Suðuroyarætlan varð gjørd, lat hana so verða hvat hon er. Beinanvegin tað kom fram, at Suðuroyggin skuldi hava eina serksipan í sam­band við fígging av røkt­arheimi, kom Beata L. Sam­uelsen og segði, at skulu suðringar hava, so skulu vit eisini.
Síðani skuldu leirvíkingar hava ein tunnil. Her kom borgarstjórin í Havnini á pallin: So skulu vit eisini hava ein tunnil.
Álvaratos! Havnin, sum vit øll eru góð við, og sum vit eru errin av, og fíggja, meta tit hetta er hóskiligt, at einki skal kunna gerast úti um landið, uttan at havn­arpolitikarar siga, at so skulu vit eisini.
Hetta kemur ikki fyri, tá eitt og annað verður framt í Havnini, at økini uttanfyri siga, at so skulu vit eisini.  Hvat er hetta fyri nakað!
Hesin óskikkur er kanska ikki nakað nýtt, men hann er álvarsliga øktur.
Hetta minnir meg um eina lítla søgu, har tvær kvinnar tosaðu um, at tær høvdu sovorið vaml. Ein lítil fittur fýra ára gamal drongur gekk har á gólvinum, hann hyggur upp á tær í tí hann sigur eg vil eisini hava vaml!

Fáið annan hugburð
Eg fari tí at heita á bæði lands- og kommunupolitikarar í fræga høvuðs-staði okkara, hugsið breiðari, djúpri og hægri enn bara um tykkara egna avmarkaða umhvørvi, og latið økini uttanfyri eisini fáa nakað, tey eiga, fyri at kunna menna bæði vinnu, mentan, sosial viðurskifti og heilsu.
Hevði ætlað mær at nomið nakað við áhugaverdu grein­ina, sum John Eli Olsen herfyri hevði í sosialinum um handverkaraviðurskifti, men tað verður at bíða.
Men einaferð enn til kommunu- og landspolitik­arar í høvuðsstaðnum, haldi uppat - fyri at forkoma tí, sum kann menna økini úti um landið og harvið øllum samfelagnum - at siga, at so skulu vit eisini hava!