So skoyta vit...

Klokkan 15 seinnapartin hós­dag­in lat umsíðir ísvøllurin á Vagl­inum í Havn upp. Heðin Morte­nsen, borg­arstjóri, segði nøk­ur orð og boðaði frá, at øll eru vælkomin at skoyta hend­an veturin.

Hetta er fjórða árið, at ís­vøllurin verður lagdur. Tvær tær fyrstu ferðirnar var hann á Skálatrøð, meðan hann síðsta veturin og hendan vet­urin verður í gamla Komm­un­uskúlagarðinum.