Tann nógv umstríddi Luis Suarez, sum hevur leikbann til 24. oktober fyri at bíta Giorgio Chellini í HM endaspælinum, hevur nú skotið sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið Barcelona. Tað gjørdi hann í venjingardysti móti U19 liðnum hjá Indonesa á venjingarstøðini hjá katalanska felagnum.
Les eisini: Luis Suarez til Barcelona
Luis Suarez, sum í summar skifti frá Liverpool til FC Barcelona, skoraði tvey mál í dystinum. Umframt hann, so skoraði Thomas Vermaelen og David Babunski eisini í dystunum. Tann fyrri kom til fealgið í summar frá Arsenal, meðan tað seinni hevur spælt á Svangaskarði í U21 undankappingin fyri Makedonia.
Les eisini: Luis Suarez biður um umbering
Luis Suarez hevur leikbann fram til 24. oktober. Tann 25. oktober spælir FC Barcelona móti Real Madrid í La Liga.
Trýst á Barcelona í kvøld
Fult umfar er í La Liga í vikuni. Real Madrid vann í gjár 5-1 á Elche, har Cristiano Ronaldo skoraði ikki færri enn fýra mál. Sostatt hevur Real Madrid lagt trýst á FC Barcelona, sum í kvøld skal spæla á útivølli móti Malaga.
Barcelona er undan dystinum trý stig frammanfyri Real Madrid. Barcelona hevur vunnið allar sínar dystir higartil í landskappingini, meðan Real Madrid hevur tapt tveir, men nú hevur funnið stevið.
Fyri Barcelona kemur tað væl við, at Neymar og Ivan Rakitic eru meldaðir klárir til dystin. Neymar bleiv útskiftur í 5-0 sigrinum á Levante sunnudagin, men er tøkur aftur.
La Liga í kvøld:
Almeria – Atletico Madrid
Eibar – Villareal
Rayo Vallecano – Athletic Bilbao
Granada – Levante
Malaga – Barcelona
Sevilla – Real Sociedad