Hesa standa jólatrø í túsundatali í stovunum kring landið, og nógvastaðni eru tey pyntað við stearinljósum. Men tað ræður um, at ansa sera væl eftir, tí skuldi tað hent, at eldur kemir í eitt jólatræ, er tað so øgiliga skjótt, at tað kann ganga heilt galið.
Í Betri Trygging hava tey gjørt eina roynd, har tey hava fest í eitt jólatræ og tað vísir, hvussu eldfimt tey í roynd og veru, eru.
– Tað gongur uttan iva skjótari, enn tú hevði ímyndað tær, siga tey í Betri Trygging
Í filmsbrotinum festa vit í eitt jólatræ, so tit sjálv kunnu síggja, hvussu skjótt tað gongur Vit vórðu skelkað av, hvussu skjótt tað gongur, og hvussu stórur eldurin er, siga tey í tryggingini.
– Nú hugnin er í hásæti, hava vit hesa áheitan: Ansið eftir livandi ljósum og havið altíð sløkkiútgerð tøka, sigur tryggingin.
Trýst á leinki niðan fyri og síggj, hvussu skjótt tað gongur, og hvussu stórur eldurin verður:
Les eisini meiri her: Soleiðis kunnu tit forða fyri at eldur kemur í á jólum










