So skanna tey

Fyrradagin var móttøka fyriskipað á Landssjúkrahúsinum, í samband við at nýggi MR-skannarin varð tikin í nýtslu

Fyrradagin varð so nýggi magnetskannarin hjá Landssjúkrahúsinum tikin í nýtslu.

Bræðnýggjur er hann tó ikki, tí tað var longu á heysti 1998, at Tryggingarfelagið Føroyar gav Landssjúkrahúsinum henda sonevnda MR-skannara.

Orsakað av hølistrupulleikum bar tó ikki til at seta tólið upp fyrr ein eitt ár seinni, og seinastu tíðina hava starvsfólkini so lært seg at nýta skannaran.

Neyðugu broytingarnar í hølisviðurskiftunum hava kostað einar 2 mió.kr., men hesin peningur er ivaleyst væl givin út, tá sjúkrahúsið afturfyri hevur fingið ein skannara fyri 7 mió.kr.