So skal træið tendrast

Leygardagin 27. november kl. 15.30 verður jólatræið á Vaglinum í Havn tendrað. Sum vant, so verður nógv gjørt burturúr hesum. Líka sum fyri at markera, at nú eru jólini av álvara farin at nærkast.
Undir hugnaløtuni fer Havnar Hornorkestur at spæla. Bergur Debes Joensen, prestur, og Jan Christiansen, borgarstjóri, fara at flyta fram røðu. Og síðani verða tað sum vant Tórshavnar Sløkkilið, jólamenn og so nakrir vættrar, sum fara at tendra sjálvt træið.
Umleið kl. 16, tá jólatræið er tendrað, fara Ung Stjørnuskot at syngja á Káta Horninum.
Fyri at lætta um hjá teimum vónandi mongu børnunum, verða Gongugøtan, Vaglið, Áarvegur og Mylnugøta stongd fyri allari ferðslu millum kl. 15 og 17.