Veljarin hevur altíð seinasta orðið, tá fólkavaldu umboð okkara bjóða seg fram at stýra landi ? í hesum førinum er tað ríkið.
Myndamaður okkara var týsmorgunin uppi í ítróttarhøllini á Hálsi, har havnarfólk skulu greiða atkvøðu.
Sagt varð av Hálsi, at fleiri fólk høvdu verið á vali á middegi týsdagin enn um somu tíð við seinasta val. 1720 fólk høvdu greitt atkvøðu á middegi, og hetta er væl meira enn vanligt.
Veljarakanningarnar hava víst, at Tjóðveldisflokkurin fær fyrsta umboðið, og at Sambandsflokkurin fær tað næsta umboðið inn á Fólkating. Verri stendur til hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, sum sambært veljarakanningum missa síni umboð.
Tó er einki avgjørt fyrr enn atkvøðurnar eru taldar, tí onkuntíð hevur tað víst seg, at veljarakanningarnar hava verið skeivar.
Í Danmark er lítil ivi millum valgranskarar um, at Anders Fogh Rasmussen fer at vinna valið, so at Danmark fer at vera stýrt av eini borgarligari stjórn komandi fýra árini.
Valstríðið hevur verið hart, og mikil orðadráttur hevur verið millum tey ymsu valevnini. Í dag skal veljarin siga sína hugsan.










